Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Vitjanin var jarðbundin, sum um jørðin var alt. So virðismikil er menniskjan, at Guð gav heiminum einborna son sín. Hitin frá virknum hondum fløvar móttakaran av gávuni. Kærleikin kann ikki metast í stødd ella vekt.

Umstøðurnar vóru ikki prangandi. Eitt barn føtt í fjósi er upphav teirra heimleysu og fátæku. Øllum uttan undantak er Guðs gáva givin. Hóast býli og gistingarhús ikki kundu hýsa føðing frelsarans, ja so bar sveinurin í krubbuni Guðs kærleika til mannfjøld og verøld alla.

Guðs sonur ger ikki mannamun. Tey í gistingarhúsi við nógvum stjørnum standa ikki fremri enn tey, ið ikki fingu innivist í hóskiligum rúmi. Reivaður og lagdur í eina krubbu. Svá er støðufesti og samhald Guðs. Ikki einans fyri tey fínu og ríku. Ikki einans fyri tey fátæku. Øll eru íroknað og fevnd av himinsins góðsku.

Átta dagar gamal varð sveinurin umskorin og kallaður Jesus, tí hann skuldi frelsa fólkið frá syndum teirra. Jesu navn er virðismikið at bera øðrum. Friður og gleði borin á gátt, har áður var ótti og tregi. Tað frelsandi navnið varð kunngjørt av eingli Harrans, og hin himmalski fekk eitt vanligt fólkanavn.

Teir lærdu innan heimspeki í Lítlu Asia gjørdu tað vanliga fólkanavnið háborið og kallaðu frelsaran Orðið. Tað skapandi og lívgevandi orðið gjørdist hold og tók búgv manna millum. Jørðin gjørdist pallur fyri virki frelsarans.

Ísrael, Guðs útvalda fólk, føddi sveinin, ið valdi sær heimsins fólkasløg sum sítt ognarfólk. Staddur í fólkinum livdi Jesus saman við fólkinum og fólksins vegna.

Eingin frástøða frá Guðs síðu. Eingin kuldi ella særandi útsøgn vegna synd ella ólýdni móti Guði. Jesus bygdi brýr og brúnna millum jørðina og himmalin. Úr himli til jarðar og aftur til himmals.

Tann himmalsku gávan er ikki løn fyri góð avrik ella væl úr hondum greidda tænastu. Kærleikin gevur, hann spyr ikki og metir ikki um. Ikki einans verdug og rein verða sædd og lívgað. Tað er júst syndin ella kærleikin til syndaran, ið fær Guð at geva heiminum einborna son sín sum frelsara.

Kærleikin sær altíð møguleikan, og gáva Guðs er møguleikin. Hann kom til síni egnu, men tey tóku ikki ímóti honum. Tað ljóðar dapurt, og er satt at siga óheppið, tí talan  er góðsku, reinlyndi og náði.

Náði Guðs er sannleikin um sælu teirra, ið opna hjarta og taka ímóti Guðs gávu í Jesusi. Til jarðar úr himlinum høga og inn í synd heimsins. Tað góða møtir tí ónda, og myrkrið vann ikki sigur á ljósinum.

Gávan hevur ein gevara og ein móttakara. Vit kunnu geva gávur til tess at vinna tokka millum manna.

Endamálið við gávuni er ikki altíð reint og heilhjartað. Tað hava Pipar & Salt lýst frágera væl í sangi teirra um jólagávuna, ið skal kosta so nógv sum gjørligt og als ikki vera ein pennahúsi.

Tá ið Guð gevur er talan um reinan kærleika. Gávan eitur Jesus, og hon er ein bjargingarætlan fyri mannaættina. Burtur úr syndini og øllum tí, ið darvar hugin og sinnið. Út úr myrkrinum og inn í Guðs undurfulla ljós.

Tá ið Guð gevur gávuna Jesus, letur hann móttakaran avgera, um tikið verður ímóti henni ella ikki. Menniskjan hevur frælsið at taka ímóti frelsu Guðs ella siga neitakk.

Als eingin hóttan um nakað sum helst. Einans ein staðfesting av, at menniskjan, ið fekk vit og skil, hevur partvísa ábyrgd av jarðarlívinum. Tað eru umstøður, ið liggja uttanfyri førleikan at virka. Vit, ið fingu evni at hugsa og virka, hava sjálv ábyrgd av ævinleikanum.

Viðurskiftini á jørðini eru okkara alra felags ábyrgd. Mín æviga lagna liggur í mínum egnu hondum. Í mínum hondum liggur hon best, um hon verður løgd í hendur Guðs.

Hin kristna trúgvin er ikki ein sjálvvirkandi skipan. Vit kunnu taka ímóti gávuni, vit kunnu vraka tilboðið um frelsu. Avgerðin og ábyrgdin er okkara. Vit kunnu ikki avvísa ábyrgdina og lasta næstrafólk sum orsøk til ævigu lagnu okkara.  

Tað jødiska fólkið, Guðs útvalda fólk, vrakaði gávu Guðs í Jesusi Kristi. “Hann kom til sítt egna, men hansara egnu tóku ikki ímóti honum.” (Jóhannes 1,11).

Tað jødiska fólkið er framvegis Guðs útvalda fólk, men tað var teimum ikki til friðar, at tey vrakaðu Jesus og vóru virkin í avrætting og krossfesting. Tað er ongum at gagni at vraka Jesus ella týna mannalív í Guðs navni.

Tað er ein stórfingin gáva, at vit, ið eftir jødiskari fatan eru runnin av fremmandari rót, eru útvald í Jesusi Kristi og Guðs ognarfólk. Amen.

Orðið: “Men tit eru ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk, ... tit, sum áður ikki vóru eitt fólk, men nú eru Guðs fólk, tit, sum ikki funnu miskunn, men nú hava fingið miskunn.” (Fyrra Almenna Bræv Pæturs 2,9-10).

Jógvan Fríðriksson,
bispur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo