Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Vit hava vita tað, at maðurin er álvarsama sjúkur, og at hann hevur verið bundin til sjúkrasongina seinastu tíðina. Tað hevur verið nógv biðið fyri honum, tí vit eru mong, sum fegin vildu havt hann millum okkum nøkur ár enn – men fríggjadagin 14 apríl fekk hann boðini at koma heim til tann Harra, sum hann hevur verið í tænastu hjá frá ungum av – maðurin er GEORGE VERWER.

Kona hansara Drena Verwer, sendi hesi boðini út á Facebook sama dag, sum hann andaðist:
“Kæri maður mín endaði í dag sína lívsferð. Hann andaðist friðfult í heimi sínum, har øll familjan var um hann!” Sitat liðugt.

OM-international hevði hesi boðini á Facebook:
“Tað er við djúpum kenslum, at vit luta við tykkum, at George Verwer, grundleggjarin av Operation Mobilisation, fór frá okkum fríggjadagin 14 apríl. Við tárum takka vit fyri alt tað, sum George hevði at týða fyri okkum. Vit eiga troystina,  at hann nú er við Jesusi, sum hann elskaði og tænti í trúfesti!” Sitat liðugt.

George Verwer var ein habilur brævskrivari, og hann skrivaði brøv til tað seinasta. Seinasta almenna brævi frá honum er frá februar mánaða í ár. Hann liggur á sjúkhúsinum, og hann skrivar m.a. hetta í brævinum: “Ikki biðja um, at eg skal gerast heilt frískur, tí eg veruliga gleði meg at koma heim í Himmalin. Men biði um, at eg fái náði til tað, sum eftir er av heimferðini, sum kann gerast heldur buldraslig!”  Sitat liðugt.

Hann skrivar eisini í sama brævi soleiðis:
“Meðan eg lá á sjúkhúsinum hevði eg eina kraftmikla uppliving saman við Gudi. Eg upplivdi, at byrðan og bardagin fyri tænastuni og globalu líðingini varð lyft av mær, og Gud gav mær vissuna um, at eg havi gjørt mín part, og at eg má lata tað, sum eftir er, til onnur at gera!” Sitat liðugt.
__________

George Verwer var føddur 03. juli 1938 og var 84 ára gamal, nú hann legði frá sær. Hann var ein globalt kendur og høgt mettur Amerikanskur evangelistur føddur í New Jersey í USA. Hann sigur sjálvur í eini samrøðu, at hann hevði ikki ein kristnan arv við frá sínum barnaárum, men hugsaði heldur um gentur og dans og business; men ein trúgvandi grannakona kom at hava ein avgerandi leiklut í hansara lívslagnu, og tá hann hoyrdi Billy Graham broyttist hansara lív totalt.

Síðani lagnuløtuna á møtinum hjá Billy Graham hevur George Verwer havt eitt einasta mál í lívinum og tað er at náa heimin við evangeliiunum. Tí stovnaði hann Missiónsfelagsskapin Operation Mobilisation, OM, fyri meira enn 60 árum síðani, og ígjøgnum Operation Mobilisation, við hjálp av bilum, skipum og bønarbrøvum hevur hann motiverað og mobiliserað túsindavís av ungdómun at fara runt heimin við evangeliinum bæði munnliga og í skrift – eisini úr Føroyum hevur, seinastu 55 árini, ein herur av fólki fingið roynt sínar Gudgivnu náðigávur við OPERATION MOBILISATION!

_____________

Tað var ein stórhending, tá George Verwer vitjaði í Føroyum í 2015, har hann eitt vikuskifti talaði fyri fullsettari høll í Klaksvík. Tað var undir hesari vitjan, at SJÓNVARPSSTØÐIN IKTUS hevði samrøðu við hann.

Hettar og mangt annað greiðir George Verwer frá í samrøðuni við SJÓNVARPSSTØÐINA IKTUS fyri 8 árum siðani. Samrøðan verður endursend í IKTUS týsdagin 18. apríl  kl. 11:00, 16:00, 21:00 og kl. 02:00 um náttina; og Leygardagin 22. apríl kl. 12:30, 17:30, 22:30 og kl. 03:30 um náttina

Samrøðan er á enskum, og vit fara at biðja síggjararnar umbera okkum, at samrøðan er tíverri ikki endurgivin á føroyskum.

P.J.D., Glyvrar 16.04.2023

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo