Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vel Miðflokkin. Við okkum veitst tú, hvat tú fært. Eitt gott fólkatingsval er gott grundarlag at fara til Løgtingsvalið við.

Hvør einasta atkvøða ger Miðflokkin sterkari.

Tí er umráðandi, at tú, sum tekur undir við Miðflokkinum, eisini velur at standa saman við okkum í morgin.

Í verki prógva vit hvønn dag okkara virði.

Hygg eftir úrslitunum:

- Sendistovan í Ísrael

- Tunlarnir norður um fjall, Fámjinstunnilin og ferð komin á Dalstunnilin

- Útbygging av Rásini og Miðnám á Kambsdali

- Bygging av nýggjum Húsarhaldsskúla í Klaksvík

- Nýggj alaraútbúgving og master útbúgving í KT sett á stovn

- Nýggir flokkar av sjúkrarøktarfrøðingum, námsfrøðingum, heilsurøktarum og førleikamettum heilsuhjálparum byrjaðir

- Tveir nýggir eftirskúlar byrjaðir í Skálavík og Tvøroyri, serbreyt byrjað í Hovi og nýggjur háskúli í Nesvík.

- Frískúlar fíggjarliga javnsettir við almennu

- Trivnaðarráðgevi settur í fólkaskúlunum

- Radaramálið er avgreitt

- Samstarvssáttmálar gjørdir við USA og Japan

- Játtanin til neyð- og menningarhjálp økt við 3 mió. kr.

- Ókeypis sálarfrøðilig hjálp fólk millum 15 og 35 ár sett á stovn

- Nýggjur flóttafólkapolitikkur

- Fast-track skipan gjørd til føroyska arbeiðsmarknaðin

Tað hevur størri týdning nú enn nakrantíð, at Miðfloksfólk ikki sita heima, ikki velja annan flokk, men taka hendur saman og gera Miðflokkin stóran.

Bestu heilsanir
Steffan, Bill og Jenis

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo