Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetrið: Í samband við vitjanina í Føroyum fer Rahel Maren Borrman, ph.d.-lesandi úr Týsklandi, at halda gestafyrilestur í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15, stovu U407, friggjadagin tann 1. juni kl. 11.00.

Rahel Maren Borrman er ph.d.-lesandi í the Marine Animal Ecology Group úr Sentrinum fyri Gransking og Tøkni (FTZ) á Universitetinum í Kiel, Týsklandi. Rahel arbeiðir innan vistfrøði hjá sjófugli við serligum denti á størru másafuglarnar; teirra einstøku spesialiseringar og hvussu teir ferðast, umframt varðveitingarætlanir í mun til stovnsrøkt og sjóvindmylluøki. Fyri eitt fiskivinnusamfelag sum okkara, er eitt nú másafuglur av stórum vistfrøðiligum týdningi. Rahel er nú í Føroyum fyri at merkja svartbak í samstarvi við Jóhannis Danielsen, lektara á Fróðskaparsetri Føroya.

Og tað er sambandi við hesa vitjan, at Rahel fer at halda gestafyrilestur í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15, stovu U407, friggjadagin tann 1. juni kl. 11.00.

Fyrilesturin hevur heitið “Vistfrøði hjá stórum másasløgum í útbreiðsluøki í týska Norðsjóvarøkinum”.

Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fuglafrøðifelag skipa fyri fyrilestrinum. Fyrilesturin verður á enskum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo