Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Umleið 60 barna- og ungdómsvenjarar settu hvør øðrum stevnu um vikuskiftið, tá árliga ráðstevnan hjá Fótbóltssambandi Føroya um barna- og ungdómsfótbólt var á skránni.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt høvið at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsvenjingum.

Høvuðsnavnið á ráðstevnuni í ár vóru venjarar frá Coerver Coaching, ið bæði høvdu fyrilestrar og skipaðu fyri venjingum á Tórsvølli. Harafturat vóru eisini framløgur og venjingar við føroyskum venjarum.

Eingin ráðstevna var í fjør, orsaka av korona, men í ár hilnaðist betri. Ein av luttakarunum var Jóhan í Króki, ið er ein av ungdómsvenjarunum í B36. FSF Varpið fekk orðið á Jóhan fyrrapartin leygardagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo