Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Susanne Barding, antropolog, hevur skrivað bók um tíðina hon var í Suðuroyggjum, árini 1970 til 72, og búði á lítlu oynni Berneray.

Susanne Barding, sigur við VP, at bókin er 608 síður og at søgan er eitt sindur óvanlig.

Susanne Barding, sum býr í Føroyum, sigur seg ikki hava verið aftur á oynni síðani 1974, tí er undirheitið á bókini "It's fifty years since".

- Men eg fari til Suðuroyggjar, Hebridurnar, tá ið bókin kemur út tann 29. september, og verður tá stórt hátíðarhald við ceilidh (kvøldsetu) í samkomuhúsinum.

- Eg fari at ferðast runt oyggjarnar bæði áðrenn og aftaná at bókin er útkomin og hitta komandi lesarar, sigur hon.

Um bókina sigur Susanne Barding, at hon er skrivað í Føroyum av einum danskara, týdd í Onglandi (Sheffield) av einum breta við føroyskari konu (Jóna úr Sørvági), redigerað á Ytru Hebridunum, umbrotin í Vesturaustralia, prentað í Wales og givin út av forlagnum Islands Book Trust á Ytru Hebridunum.

Susanne hevur eisini sent tekst um bókina sum stóð at lesa í The National - sí greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo