Per dags dato finst eingin viðgerð móti Alzheimers. Nýggj gransking birtir nú lív í vónina um at beina fyri sjúkuni.
Tað hevur verið hildið at Alzheimers er ein sjúka fyri seg sjálvan, sum er ein av leiðandi orsøkunum til demens.
Men nú hava niðurlendskir granskarar varnast at talan er ikki bara um eitt, men fimm sløg av Alzheimers. Og tað er frágreiðingin uppá hví onkur heilivágur ikki munar móti sjúkuni.
Henda vitan ger so, at málið um at beina fyri sjúkuni er nærri nú enn nakrantíð.
Við at hava eyðmerkt tey fimm sløgini av Alzheimers, vóna granskararnir nú at gjørligt verður við miðvísari og meira effektivari viðgerð, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo