40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Ómaksgjøld fyri almennar tænastur

Spurningar:
1. Hvør er ómaksgjalds-politikkurin hjá landinum?

2. Hvat er endamálið við ómaksgjøldum hjá landinum?

3. Hvussu verða ómaksgjøld ásett og roknað út?

4. Hvørjir almennir stovnar krevja ómaksgjøld fyri sínar tænastur, býtt upp á málsøki, stovnsnavn og slag av ómaksgjøldum (tænastugjald, rykkjaragjald, avgreiðslugjald o.a.)?

5. Hvussu stórar upphæddir vórðu kravdar inn í ómaksgjøldum í 2020, býtt upp á almennar stovnar og slag av óamaksgjøldum (tænastugjald, rykkjaragjald, avgreiðslugjald o.a.)?

6. Ætlar landsstýrismaðurin at fremja nakrar broytingar í sambandi við ómaksgjøld, og hvørji ómaksgjøld eru á veg at setast í verk og eru nøkur á veg at verða avtikin?

Viðmerkingar:
Tað er vorðin ein alt meira vanligur partur av inntøkubygnaðinum hjá almennum stovnum at útvega sær inntøkur við at krevja ómaksgjøld frá sínum viðskiftafólkum, t.d. tænastugjøld, rykkjaragjøld, avgreiðslugjøld o.a.

Oftani kann tað vera sera trupult at gjøgnumskoða, hvussu hesi gjøld eru ásett og roknað út, og tað skapar eina ónøgd millum tey, sum noyðast at gjalda.

Tað virkar eisini sum um, at tá játtanin til stovnin ikki er nóg stór, so verða inn gjøgnum “bakdyrnar” ásett gjøld fyri at dekka vaksandi útreiðslurnar. Avleiðingin er eyka kostnaður fyri brúkaran, og er hetta eisini við til at minka um eftirspurningin eftir almennu tænastuni.

Tað er týdningarmikið, at borgarin og vinnan vita m.a., hvat tað er, tey gjalda fyri í ómaksgjaldi, tá almennar tænastur verða veittar. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 7. desember 2021
Johan Dahl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo