Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Herfyri gjørdu ótangar herverk hjá VestPack í Vestmanna. Har hongur ein hjartastartari, sum er alment tilgongiligur men hann hevur fingið so mikið ringa viðferð, at hann nú ikki kann brúkast.

Á VestPack harmast tey um, at herverk verður gjørt ímóti teimum. Men tað er eyka hugstoytt, tá tað er ein hjartastartari sum stendur fyri skotum.

- Vit hava hongt hann soleiðis, at hann er alment tilgongiligur, tí so kunnu fleiri enn vit hava nyttu av honum, skuldi tað viljað so til. Men tá hann ikki riggar, tí onkur hevur framt herverk, so er tað verri enn onki, tí so fer virðismikil tíð til at fara eftir einum hjartastartara, sum ikki riggar kortini, sigur Jákup Oluf í Skálum, stjóri í VestPack.

Hjartastartarin hevur verið á verkstaði, men har bleiv staðfest, at hann er blivin vátur og hevur fingið onkran stoyt. Tí varð mælt til at skifta hann um við ein nýggjan.

Kannað verður nú, hvør kann hava framt herverkið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo