Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Depilsráðið á Glasi.

Virkisøkið hjá Depilsráðnum er at vera ráðgevandi hjá rektaranum innan tað yrkisfakliga útbúgvingarøkið á Glasi, soleiðis at skúlin bjóðar út grundútbúgvingar, eftirútbúgvingar og víðariútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni. Ráðið skal styrkja sambandið og samskiftið úteftir, og dygd og menning inneftir innan tað yrkisfakliga útbúgvingarøkið á Glasi. 

Í Depilsráðnum eru sjey limir umframt eitt næmingaumboð frá yrkisliga økinum. Limirnir verða tilnevndir eftir tilmæli frá pørtum á arbeiðsmarknaðinum og kommunufelagnum. Harumframt hava lærararnir tvey umboð í ráðnum. Næmingaumboðið verður valt á hvørjum ári, men er ikki valt enn.

Limirnir í Depilsráðnum fyri Glasir 2016-2020 eru:

Limir:
Starvsmannafelagið:         Anna Johannesen, limur
Landsfelag Handverkaranna:     Eli Brimsvík, limur
Føroya Kommunufelag:     Sigurð Ó. Vang, limur
Glasir (lærarar):        Súsan K. Gregoriussen og Una Joensen, limir
Vinnuhúsið:             Magnus Magnussen og Gunnar Mohr, limir

Varalimir:
Starvsmannafelagið:         Niels á Reynatúgvu, varalimur
Landsfelag Handverkaranna:     Dánjal Pauli Djurhuus, varalimur
Føroya Kommunufelag:    Jonhard Mikkelsen, varalimur
Glasir (lærarar):         Unn Zachariassen og Christina Nolsøe, varalimir
Vinnuhúsið:             Mouritz Mohr og Ása Hansen, varalimir

Depilsráðið hevði sín fyrsta fund í dag, har bæði limir og varalimir vóru við á fundinum. Nakrir av limunum høvdu forfall.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo