Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Verandi leiðsla á teimum trimum eindunum í Hoydølum, í Marknagili og í Smiðjugerði er væl umboðað í ovastu leiðsluni í nýggja bygnaðinum á Glasi.

Eftir at nýggi bygnaðurin á Glasi fyrr í ár varð góðkendur av Mentamálaráðnum er arbeiðið at skipað samanleggingina á Glasi komið eitt stig víðari.

Fyri summarfrítíðina varð lýst innanhýsis eftir trimum útbúgvingarstjórum og umsitingarstjóra. Nú er setanartilgongdin liðug og størvini mannað av royndum fólkum, sum eisini eru kend andlit á Glasi. Ongar kvinnur vóru millum umsøkjararnar. Settu stjórarnir eru:

Steinbjørn Hardlei, skúlastjóri á Glasi í Marknagili, verður umsitingarstjóri.

Herleif Hammer, rektari á Glasi í Hoydølum, verður útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám.

Magni á Lakjuni, undirvísingarleiðari á Glasi í Smiðjugerði, verður útbúgvingarstjóri fyri yrkisrættað nám.

Finn Jensen, útbúgvingarleiðari fyri hægri útbúgvingar á Glasi í Marknagili, verður útbúgvingarstjóri fyri hægri- og víðari nám.

Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, fegnast um starvssetanirnar: “Vit hava fingið fýra stjórar við hollum royndum og breiðum førleikum, so vit saman kunnu skapa ein nýggjan skúla, sum bæði er framskygdur og tekur tað besta við frá teimum trimum skúlunum, sum við hesum fólkunum eru væl umboðaðir í nýggju leiðsluni.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo