Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mikukvøldið skrivaði Glasir søgu, tá 8 byggifrøðingar fingu prógv. Hesir eru teir fyrstu, sum hava tikið alla útbúgvingina í Føroyum. Útbúgvingin er ein av 6 fulltíðar útbúgvingum á Glasi. Talan er um eina professiónsbachelor útbúgving, sum tekur 3½ ár.

Seinast í 80’unum, byrjaði Tekniski skúli í Havn við fyrsta byggiteknikara flokkinum. Hendan útbúgvingin svaraði til fyrsta part av Byggifrøði útbúgvingin. Restin av útbúgvingini mátti takast í Danmark. Síðani tá, hevur dreymurin verið, at útbúgva byggifrøðingar í Føroyum. Serliga tí at Føroyar hava sín egna byggisið og byggisøgu, har lendi, tilfar og stílur ofta er øðrvísi enn í Danmark.

Í 2018 kom samstarvsavtala í lag við VIA University í Horsens, so Glasir, undir hattinum á Mentamálaráðnum, kundi bjóða út føroyska Byggifrøði útbúgving. Frammanundan tóku lesandi fyrstu 1,5 árini í Føroyum, meðan eitt ár skuldi takast í Horsens. Seinasta árið, sum var praktikk og Bachelor verkætlan, kundi takast í Føroyum, men talan var um eina danska Byggifrøði útbúgving, tikin í Horsens.

Men tá Glasir tók upp lesandi á sumri 2018, fingu hesir at vita, at nú bleiv útbúgvingin føroysk. Hettar helt, og hesir eru nú vorðnir føroyskir byggifrøðingar. Teir eru 8 í tali, men vøkstur er komin í útbúgvingina, tí fyri einum ári síðani, tók Glasir upp nýggjan flokk, har omanfyri 40 søktu. 30 Byrjaðu og flestu teirra eru í gongd, nú annað semestur júst er ligið.

Tá teir fingu prógvini handað helt rektarin, Steinbjørn Hardlei røðu fyri nýklaktu Byggifrøðingunum. Harafturat var forvitnislig røða, har Egon Øregaard, fyrrverandi skúlastjórin á tekniska skúla og Arne Clementsen, fyrrverandi undirvísari, hugleiddu um tíðina sum er farin innan økið. At enda sluppu umboð fyri próvtakarar og undirvísarar framat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo