Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Angin frá einum blómugarði fer við vindinum. Angin er ikki útgangsstøðið. Talan er um eina fylgju. Uttan gartnaran og urtagarðin angaði valla av frískum vøkstri.

 

Á sama hátt er tað við gleðini, ið hevur sítt upphav í trúnni á Jesus. Gleðin gevur frið. Friðurin eru ein fylgja av, at Guð sendi einborna son sín í heimin menniskjum til frelsu og bjarging.

 

Líkasum angin av blómunum ávirkar huglagið í nærumhvørvinum, á sama hátt hevur friðurin smittandi ávirkan á tilveru manna.

 

Friðurin stillar óttan, soleiðis at vit sinnisliga hava jaliga hugsan og vón um framtíðina.

 

Gleðin og friðurin eru ikki ein dreymamynd, ið sær upp um ella er leys av støðuni í samfelagnum. Mitt í avbjóðingini og teimum øðrvísi umstøðunum, sum samfelagið er í vegna Covid-19, eigur kristnin í trúgv at hava vón. Vit skulu ikki fara lætt um álvaran í samfelagnum, ei heldur fara í panikk.

 

Týski gudfrøðingurin, Dietrich Bonhoeffer (1906-1945), varð handtikin og settur í varðhald undir seinna heimsbardaga. Stutt áðrenn krígslok varð hann tikin av døgum í týningarleguni Flossenburg vegna sína kristnu trúgv og politisku sannføring.

 

Bonhoeffer var upptikin av spurninginum, hvussu kristnin kann ganga í fótasporum Krists og gagna menniskjum. Úr fangaleguni skrivar hann eitt bræv til ein vinmann. Tað er dagfest 2. sunnudag í advent 1943. Hann ynskir inniliga, at tað má eydnast vinmanninum at bera eitt troystarríkt orð til hermenninar, nú hátíðin fyri føðing Jesu nærkast.

 

“Tí ikki einans óttin smittar, soleiðis sum eg upplivi tað ferð eftir ferð á fólkinum við hvørt luftálop. Tað gera ró og gleði eisini, sum vit møta fólki við, tá ið vit hittast á leiðini.” 1)

 

Bonhoeffer metir, at tað kristna trúvirðið er størst, um vit virkin taka lut í tilveruni heldur enn at vera áskoðarar. Menniskju søkja ein róligan pol og rætta seg eftir honum. Ró skapar ró, og órógv flytur fokus.

 

Sagt verður, at vit ikki kunnu siga tað seinasta orðið, áðrenn tað næstseinasta er sagt. Skapt í Guðs mynd kunnu vit ikki liva á jørðini, sum um jarðarlívið einans var ein klombra ávegis heim í himmiríkið. Vit eru sett á jørðina til tess at taka ábyrgd og vera hvør øðrum til nyttuna.

 

Sum kristin mega vit veruliga taka medábyrgd av samfelagnum. “At vera kristin er ikki at vera átrúnaðarligur á ein ávísan hátt, ... nei, tað er at vera menniskja; ikki eitt ávíst slag av menniskjum, men tað menniskjað, sum Kristus skapar í okkum.” 2)

 

Settur til síðis fekk Bonhoeffer náðir at hugsa um lívsins forløg og endamálið við lívinum. Hann dvølir við setningin, at kirkjan er einans kirkja, um hon er til fyri onnur, til fyri heiminum.

 

Kirkjan skal ikki verða heimurin, men boða evangeliið um Kristus, ið er mentur at grøða, lekja og geva lívinum innihald. At ganga í Jesu fótasporum er at líða saman við øðrum, ikki einans fyri kirkjuni, men fyri heiminum.

 

Vit mega vera varin at samanlíkna støður og umstøður frá øld til aðra. Ein óboðin valdsharri, Covid-19, hevur í 2020 skert frælsið at virka og ferðast. Úti í heimi hoyra vit, at farsóttin styttir um ævidagarnar hjá fjøld av fólki.

 

Í Føroyum er gerandisdagurin eisini broyttur t.d. við atliti at arbeiðinum, skúlunum, ansingarplássum og kirkjugongd. Tað er ivasamt, um tað er rætt, at kristnin dvølur við tær stongdu kirkjurnar.

 

Allir borgarar mega standa saman við landsins myndugleikum, so at sóttin ikki fær fastatøkur á fólkinum. Nú eiga vit at tæna Guði uttanfyri halgidómin við at geva medmenniskjum okkara gætur. Tað kemur ein dagur, tá ið kirkjuklokkan aftur kallar til halgan fund og kirkjudyrnar eru opnar.

 

Biði ta bøn til skapara himins og jarðar, at hann má halda sína verndarhond yvir fólki okkara og heimsins tjóðum. Sleppa vit í Føroyum burturúr undantaksstøðuni við hesum gjaldi, at vit t.d. ikki kunnu koma i kirkju eina tíð, so sleppa vit væl og bíliga.

 

Kristnin skal taka støðuna í álvara og prædika Jesu frið inn í hugsandi og óhugsandi umstøður. Andaliga sæð er eingin orsøk at liva sum um, at dagurin í morgin er meira ræðandi enn aðrir. Vit mega ikki spjaða ótta og stúran. Vit eru í Harrans hondum og skulu eftir førimuni gagna medmenniskjum okkara.

 

Tað ræður um í trúgv at hava bæði beinini væl plantað á jørðini, meðan vit ávegis heim í Guðs ríki greiða tann setning, ið er lagdur á veg okkara.

 

Friðurin í Jesu navni skapar ró, og ró fær okkum at halda fokus. Tað er at liva og virka í Jesu navni. Amen.

 

Orðið: “Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið.” (Fjórða Mósebók 4,26).

 

Jógvan Fríðriksson,

biskupur

 

Heimildir:

Dietrich Bonhoeffer, “Min tid er i dine hænder”, Aros forlag 2006, bls. 60-61.

Dietric Bonhoeffer, “Modstand og Hengivelse” Rasmus Fischers Forlag 1969, bls. 191.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo