Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eyðun Klakstein og U17-hópurin leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Estlandi, sum er tann fyrsti í UEFA menningarkappingini - Mynd: Jan Djurhuus

Eyðun Klakstein og U17-hópurin leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Estlandi, sum er tann fyrsti í UEFA menningarkappingini - Mynd: Jan Djurhuus

Eyðun Klakstein og U17-hópurin leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Estlandi, sum er tann fyrsti í UEFA menningarkappingini - Mynd: Jan Djurhuus

FSF: – Nú byrjar landsliðsárið av álvara. Vit hava vant regluliga síðan februar mánað, og hetta er fyrsta av trimum altjóða kappingum, sum vit skulu spæla í ár. Vit rokna við, at spælararnir fáa nakrar krevjandi og spennandi avbjóðingar í altjóða fótbólti, og at hetta verður við til at menna teir, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum í hesum døgum er til UEFA menningarkapping í Estlandi.

Tíðliga sunnumorgunin setti U17-hópurin við dreingjum kós ímóti Pühajärve í Estlandi, har tríggir dystir eru á skránni næstu dagarnar. Týsdagin (kl. 16:00) verður spælt móti estlendsku vertunum, hósdagin (kl. 13:00) er Ný Kaledónia, ið er eitt oyggjasamfelagið, sum liggur eystanfyri Avstralia, mótstøðuliðið, og sunnudagin 1. mai (kl. 08:00) spæla Føroyar ímóti Kasakstan.

– 20 mans eru við í hópinum hesaferð, og allir fara at fáa spælitíð, sum svarar til umleið ein dyst. Tí verður skift nakað í dystunum og millum dystirnar, so allir spælararnir veruliga sleppa at royna seg. Vit stíla sjálvandi eisini eftir, at liðavrikini verða so góð sum gjørligt, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Í august mánað skal U17-landsliðið við dreingjum til NM í Noregi, og í november er EM-undankapping í Portugal á skránni. Í EM-undankappingini eru Føroyar í bólki saman við Portugal, Slovenia og Kasakstan.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo