Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Diabetesfelagið: Diabetes kann ávirka kynslívið, og fýra av tíggju við diabetes hava onkrar kynsligar trupulleikar.

Menn við diabetes kunnu serliga hava trupulleikar við at fáa standing, meðan kvinnur kunnu hava minkaðan hug og torført við at blíva vátar.

Grundirnar kunnu vera, at stúran og tankar um sjúkuna ávirka, og at høg blóðsukur gera ein troyttan. Kropsliga hendir tað, at um tú hevur havt diabetes í nøkur ár, og ikki hevur verið væl reguleraður, so kann tað ávirka potensin.

Danska Diabetesfelagið hevur gjørt hetta uppslagið um diabetes og kynslív, sum hevur nøkur góð ráð um, hvat ein kann gera fyri at varðveita góða kynsliga heilsu við diabetes.

Les meira her.

Og komið til alment tiltak um diabetes og kynslív í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum týskvøldið 21. november klokkan 18.

Lesið skránna her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo