Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góða Ruth Vang,

Vit eru bara nakrir heilt vanligir menn, sum flestu av okkum blaðungir valdu sjólívið, 14-16 ára gamlir fóru vit okkara fyrsta túr til skips, tað gjørdu vit kanska tí okkara pápi og abbi eisini vóru sjómenn, tað liggur bara i okkara DNA.

Vit hava altíð verið stoltir av okkara yrki, vildu klára okkum sjálvar, og okkara hugsan hevur altíð verið, hvat kunna vit gera fyri hettar samfelagið vit búgva í, vit tímdu ikki at ganga 6-10 ár í skúla aftaná fólkaskúlan, flestu av okkum hava bert heilt stuttar útbúgvingar 1-3 ár, og nógvir av okkum hava onga útbúgving.

Nógvir av okkum sum eru komnir nakað uppí árini, vóru fyrstu nógvu árini 240 - 300 dagar á sjógnum, og tá var arbeiðsvikan hjá okkum ikki 40 ella 37 tímar, nei tá var arbeiðsvikan 120 tímar, og túrarnir vóru upp í 5 mánaðir, hetta máttu vit gera fyri at fáa eina ársinntøku, vit hava fiskað undir Føroyum, á Flemish Cap, í Grønlandi, í Barentshavinum, og sigla við farmaskipum á øllum heimsins høvum.

240 - 300 dagar  vekk frá konu og smáðum børnum, tað var mangan hart, tá var ofta onki telefonsamband, og onki internet, og enn er tað nógvir, serliga teir sum sigla úti í verðini  sum eru 3- 4 mánaðir burtur frá familjuni.

Tað er ikki fyrr enn sístu 20-25 árini at sjómenn byrjaðu at fáa 1/1 avloysaraskipan, men tað er so langt frá allir sum hava slíkar skipanir í dag.

Vit eru nógvir sum er skelkaðir av at síggja okkara fíggjarmálaráharra í einari sending hjá Frihedsbrevet, hvar hon sigur at vit nokk bara eru til skips tí vit fáa ein skattalætta, og at vit hava so góðar umstøður umborð á skipunum í dag , og kanska ikki teir sum hava tað strævnast, tí hon hevur sæð eitt gosbað umborð á nýggja Gadus, mær vitandi eru tað bert tvey føroysk fiskiskip sum hava gosbað.

Og hettar sigur okkara fíggjarmálaráharri aftaná at hava lagt uppskot fyri løgtingið um at strika samdøgurfrádrátt, minka sjómannafrádráttin 34% og avtaka 154 B frádráttin.

Ruth Vang sigur, at vit sjómenn sum eru burtur 180-240 dagar um árið, og samstundis hava tað so lætt og gott at vit hava ikki uppiborið ein skattalætta, so nógv virðir fíggjarmálaráharrin Ruth Vang føroyska sjófólkið. 

Tað eru vit sera, sera skuffaðir av.

Nevndin í FFU (føroyskir fiskimenn uttanlands)
Einar M. Hammer

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo