40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Er tað ikki at býta høvdið av allari skomm at sami tekstur, sum VP fyrr í vikuni bleiv meldaður fyri at breiða út, framvegis kann lesast á facebook vanganum hjá tí sum meldaði?

Tvey, trý klikk, og teksturin er har í fullari longd.

Um tað eisini er eitt mistak ella gjørt við vilja er ein góður spurningur. 

VP koyrdi lesarabrævið út beint áðrenn midnátt týsdagin. Tað varð tikið av aftur morgunin eftir, tá redaktiónin hevði ásannað, at tað var eitt mistak at koyra tað út. Vit taka frástøðu frá tí íð stóð í tekstinum. Og vit taka sjálvsagt við eini møguligari revsing.

Men tað gevur í okkara verð onga meining, at sami tekstur nú í fleiri dagar hevur staðið at lesa á facebookvanganum hjá tí ið meldaði. Tað má í besta føri vera ein vánalig "Joke".

Gott í teg, John. Tak nú handa tekstin burtur.

Eftirskrift: Lesarabrævið er nú strikað av facebooksíðuni hjá John Johannesen. Tað stóð á VP í umleið 12 tímar. Eftir tað tók John Johannesen stafettina og hýsti tí á facebook í umleið 4 dagar. 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo