Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrrverandi samgongan strikaði ætlanina um, at byggja eitt skip til nólsoyarleiðina. Hetta var gjørt tá Hendrik Old var landsstýrismaður í samferðslumálum.

Einki alternativ bleiv sett í staðin fyri ætlaðu byggingina av einum skipi til nólsoyarleiðina. Hetta var ein dáragerð og fylgirnar av hesum liva vit við nú.

Spurningur verður settur við, hví einki var sett í staðin og hvar pengarnir blivu av, ið vóru settir av til hesa ætlan á nólsoyarleiðini?

Við fleiri enn 100.000 ferðandi á nólsoyarleiðini árliga, kann ikki sigast annað enn, at tørvur er á einum hóskandi skipi við góðum kapasiteti. Nólsoy er ein livandi bygd, við virknum borgarum. Hvønn dag ferðast út við 100 fólk um fjørðin. Eini 60-70 fastir pendlarar fara dagliga til arbeiðis, í skúla og annað.

Nú Sandoyartunnilin er í gerð, bleiv skipið Hasfjord keypt, til tess, at flyta tungu bilarnar í Sandoynna og fyri at lætta um hjá Teistanum. Hasfjord kostaði 10. mió umframt eina ókenda upphædd til viðlíkahald.

Í staðin fyri at finna eina alternativa loysn uppá skipið til nólsoyarleiðina, brúkti samgongan 30. mió uppá eitt avloysaraskip.

Fyrrverandi landsstýrimaður Henrik Old, segði fleiri ferð, bæði í miðlunum, og á opnum fundi á Tinganesi, at hann legði dent á at fáa ”fart, nógvan fart” tá nýtt skip skuldi byggjast.

Nólsoyingar hava ongantíð havt sum fremsta tørv, at fáa nógvan `fart´ ella nógva ferð um fjørðin. Heldur hava nólsoyingar lagt fram ynski um, at fáa eitt skip, ið nøktar tørvin á flutningi, eina samtíðarhóskandi fergu, og eitt regluligt samband.

Ferð eftir ferð verður nólsoyarleiðin rakt av broytingum á samferðluleiðunum. Serliga tá Teistin hevur verið á sleipistøð, ella hevur haft brek, tá er Ternan tikin úr sigling umgangandi.

At ein oyggj við 230 fastbúgvandi ikki hevur regluligt og hóskandi samband er ótolandi og eigur ikki at góðtakast í 2020.

Støðan sum hon er í løtuni, krevur nokk ikki langar frágreiðingar. Ternan fór á sleipistøð í Klaksvík í oktobur til 40 ára klassing, og hon skuldi eftir ætlan koma aftur í sigling áðrenn jól.

Mongum brestir ætlan og serliga tá um nólsoyðarleiðina ræður. Ternan verður ikki liðug til jóla og vit vita ikki nær vit kunnu rokna við at fáa hana aftur í sigling.

Sum avloysaraskip fyri Ternuna varð Jósup settur inn til ferðafólkaflutning. Jósup hevur við øktum túratalið, gjørt sítt til tess, at ferðafólk sluppu um fjørðin.

Til at avgreiða fraktina, varð Hasfjord settur at sigla, tá høg flóð er, tí hann fær ikki lagt at uttan so, at høg flóð er í Nólsoy. Sostatt var øll bilaferðsla steðgað og fólk við rørslutarni kunnu ikki planleggja nær tey ætla sær til ella úr Nólsoy.

Hasfjord skuldi eftir ætlan sigla tvær reisir um vikuna, men hetta hevur langt frá gingið eftir ætlan. Summar túrar varð siglt til ella av Gomlu rætt, og tá er trupult at náa til arbeiðis, í skúla ella yvirhøvuðr at sleppa til hús.

Skipaða ruskinnsavningin og áfylling av olju helt uppat í Nólsoy til ein serlig skipan varð funnin, so fólk sluppu av við húsarhaldsruskið. Oljubilarnir mugu framvegis kanna sær løtuna tá høg flóð er.

Vit eru í ár 2020, har planlegging er ein heilt natúrligur partur av gerandisdegnum hjá modernaðum fólki, eisini í Nólsoy. Hetta kann ikki koma óvart á nakran.

Hví Ternan var koyrd á sleipistøð hesa tíðina fyri jól og tá ringasta veður er at sigla aftur og fram, tað stendur í tí óvissa. Sum sagt vóru Jósup og Hasfjord settir inn at røkja nólsoyarleiðina, líka til Jósup mátti fara norðurum at røkja siglingina fyri Rituna, ið fór á sleipistøð, til 50 ára klassingar. Nú vóru góð ráð dýr, tí nýggja avloysaraskipið Erla Kongsdóttir var ikki trygdargóðkend enn og heldur ikki vóru rampur gjørdar, soleiðis at EK kundi røkja nólsoyarleiðina.

Loksins kom nýggja kongsdótturin so at sigla á nólsoyarleiðini, men tað var ein stutt løta, tí fimta dagin á leiðini, brotnaðu tveir rútar ávegis til Havnar við ferðafólki. Lukkutíð vóru eingi børn við hendan túrin kl.11.30. Men har vóru ferðafólk, og eg má viðganga, at handfaringin av hesi kreppustøðu var syndarlig ella eingin rættari sagt.

Nú er Hasfjord so áltið á nólsoyarleiðini og tekur hetta farmaskipið 12 ferðafólk í senn. Aftur er ein fótongul lagdur fyri at fólk kunnu røkja sínar borgarligu skyldur, so sum at passa sítt arbeiði, at møta í skúla, at fara til viðgerðir og lækna. Tað ber heldur ikki til at planleggja, nær ein sleppur til hús. Sagt er, at Sam skal koma at røkja nólsoyarleiðina, tá sjóveður er. Sostatt mugu fólk í Kalsoynni aftur lata sær lynda, at tey missa sítt regluliga samband.

Ein kundi hildið á við at lýsa støðuna, men tað stutta av tí langa er, at støðan er ótolandi og fólk mistrívast av støðuni.

Tað sær ikki sum nakar politikkari vil taka ábyrgd av støðuni. Einasta rødd, ið hevur róð uppundir, at finna eina loysn uppá møguligar eykatúrar um Nólsoyarfjørð, er komandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen. Tað loysir bara ikki støðuna nú uppundir jól. Eingin politikari hevur reist seg upp við eini svari uppá eina framskygda loysn á støðuni.

Vit hoyra ikki eitt orð frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum situr við ábyrgdini. Samgongan, sum hevur sett í samgonguskjalið at seta skjøtul á, at endurnýggja flotan í 2025, má halda at vit, fólkið eru býtt, tí í 2025 hevur sitandi samgonga einki at siga.

Vit krevja politiska handling nú og lata okkum ikki lynda longur. Skal Nólsoy vera lív lagað, so má ein varandi loysn finnast, ongantíð ov skjótt.

Vit krevja støðugt og tygt ferðasamband har bæði fólk, eisini fólk við rørslutarni, bilar og frakt regluliga og uttan ampa kunnu ferðast um Nólsoyarfjørð.

Vit vilja verða javnsettir skattaborgarar í Føroyum.

Maud Wang Hansen
Á Mýrini 13
270 Nólsoy
Tel.288606

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo