Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Í norðasta landspartinum í Niðurlondum liggur Frísaland. Her var frísiska málið nýtt sum skriftmál í miðøld, til tað í 16. øld næstan fánaði burtur.

Í 19. øld fór frísiska skriftmálið aftur at blóma, og í dag skilja mestsum allir 642.000 íbúgvar í Frísalandi frísiskt.

Meginparturin tosar eisini frísiskt umframt hollendskt. Frísiska útgávufelagið Afûk hevur síðani 1928 virkað fyri at menna frísiskt mál og mentan, og tí er tað er kanska ikki so løgið, at Afûk og Bókadeildin, sum í nógv ár hevur arbeitt fyri føroyska móðurmálinum við at geva út barna- og ungdómsbøkur, gjørdu eina samstarvsavtalu í 2021. Tá góvu forløgini eina bók út hjá hvørjum øðrum samstundis. Afûk gav út bókina De Beam, sum er frísiska heitið á bókini hjá Bárði Oskarsson, Træið, og Tije – drongurin og rottumaðurin er bókin, sum Bókadeildin gav út tá.

Í juni í ár gav Bókadeildin enn eina bók út hjá frísiska forlagnum, At vera hjá ommu. Ein sera hugnalig og fittlig myndabók eftir sama høvund og myndprýðara, tann dugnaliga Mirjam van Houten (les meira um At vera hjá ommu og Tije longri niðri).

Hugskotið um bókabýtið hjá hesum forløgum byrjaði í 2019, tá ið Kongsins umboðsmaður í Niðurlondum, Arno Brok, og Hanna Jensen, sum tá var mentamálaráðharra, á einum fundi tosaðu um at styrkja mentanarliga og búskaparliga sambandið millum Føroyar og Frísaland. Seinni sama ár hittust útgevararnir, Ernst Bruinsma, úr Afûk og Niels Jákup Thomsen úr Bókadeildini á bókamessuni í Bologna og samdust um eina samstarvsavtalu. Bruinsma segði soleiðis um samstarvið við Bókadeildina:

- Eg kendi meg væl ímillum hesi fólkini á Bókadeildini. Forlagið hevur nógv til felags við Afûk. Útgávuvirksemið snýr seg fyrst og fremst um barna- og ungdómsbøkur. Eitt slíkt gott samband okkara millum er avgjørt neyðugt fyri at kunna gera avtalur í altjóða bókmentaheiminum. Og tað vísir, at vit úr Frísalandi mugu halda fram á henda hátt fyri at gera frísiskar bókmentir kendar uttan fyri okkara landamørk.

Bókadeildin gleðist um, at hetta forkunnuga og týdningarmikla samstarvið millum tvær lítlar máltjóðir heldur fram. Serliga tá ið slíkar dygdargóðar útgávur koma burtur úr bókabýtinum.

At vera hjá ommu
Mamma noyðist at fara onkustaðni, og Marita skal vera eftir hjá ommu. Maritu dámar væl at spæla við ommu, men tá ið hon skal fara í song, fer henni at leingjast ...

Mirjam van Houten skrivaði og myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr enskum. Bókin er upprunaliga skrivað á frísiskum. Bókin er 44 bls., innbundin og til børn, sum eru umleið 2-6 ár. Bókadeildin gav út í juni í ár.

Tije - drongurin og rottumaðurin
Tije dámar væl at spæla uttandura á bóndagarðinum hjá grannunum. Men nú noyðist hann at flyta til býin, og tað dámar honum onki. Man hann fara at fáa nakrar vinir har? Og hvussu man fara at gangast í skúlanum? Í býnum fær Tije ein heilt serligan vin, men um tað hjálpir … Ein sera góð søga um sjáldsom vinaløg og um at vera barn í eini verð, har tey vaksnu ofta hava nógv um at vera.

Tije var fyrsta bók hjá Mirjam van Houten og kom út í 2016. Bókin var í uppskoti til Simke Kloosterman Priis for Frisian Children's and Youth Literature og fekk eitt pláss á heiðurslistanum hjá IBBY (International Board on Books for Young people) í 2018.

Mirjam van Houten hevur skrivað og myndprýtt bókina, og Frida Johannessen týddi úr hollendskum. Bókin er upprunaliga skrivað á frísiskum. Hon er 96 bls., innbundin og til børn, sum eru umleið 9-12 ár. Bókadeildin gav út í 2020.

Kelda: afuk.frl

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo