Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin vísir Filmsfelagið nýggja filmin “Golda” hjá ísraelska leikstjóranum, Guy Nattiv. Filmurin er so væl umtóktur, at tríggjar syningar verða mikukvøldið.

Við bretsku stjørnuni Helen Mirren í høvuðsleiklutinum sum Golda Meir, varpar ísraelski leikstjórin, Guy Nattiv, ljós á hendingarnar undir Yom Kippur krígnum í 1973, tá bretska pressan skýrir ísraelska forsætisráðharran ”The Iron Lady of Israel”.

Golda Meir, sum doyði 80 ára gomul í 1978, var fødd í trongum korum í Kyiv, høvuðsstaðnum í Ukraina. Hon gjørdist fjórði forsætisráðharri í Ísrael og var ein av teimum 24, sum í 1948 grundaðu landið, so sum vit kenna tað í dag. Fyrsta ísraelska passið varð skrivað til hennara, tá hon fór til USA at savna pening til nýggja landið. Heimafturkomin gjørdist hon fyrsta sendikvinna í Moskva. Sum limur í Arbeiðaraflokkinum, Avoda, varð hon í 1949 kosin ráðharri í Ísrael.

Tað er ikki fyrstu ferð, at Helen Mirren, sum í dag er 77 ára gomul, spælir eina søguliga kvinnu á filmi. Í 2007 vann hon Oscarvirðislønina fyri høvuðsleiklutin sum Elizabeth II drotning í filminum hjá Stephen Frears The Queen, og í 2019 hevði hon høvuðsleiklutin í sjónvarpsrøðini Catherine the Great.

Helen Mirren er ein av teim fáu, ið hevur vunnið The Triple Crown of Acting, sum sipar til stórgreipuna Oscar, Emmy og Tony fyri leikaraavrik.

50 ára gamli israelski leikstjórin, Guy Nattiv, vann í 2019 Oscarvirðislønina fyri stuttfilmin Skin.

Filmsfelagið mikudagin 13/9 kl 20:00 og 22:00 í Sali 1 og kl 19:20 í Sali 2 Golda (Guy Nattiv Bretland 2023 100 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo