40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt av heilt stóru málunum, sum føroyingar hava kjakast um seinastu árini, fer at seta sín dám á tingfundin í dag.

Tað er Javnaðarflokkurin sum hevur sett fram uppskot til samtyktar viðvíkjandi rættinum hjá føroyingum at ganga í haganum. Málið kemur fyrst fyri á tingfundinum sum byrjar klokkan 11.

Tvey onnur uppskot til samtyktar koma eisini til fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag. Annað er um at leggja almennar bygningar um frá olju til varandi orkuskipanir. Hitt er um at játta meirvirðisgjaldið av útlendskum stroymingartænastum til føroyskan film, tónleik, mentan og list.

Til ber at fylgja við tingfundinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo