40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrrverandi sovjetiski leiðarin, Mikhail Gorbatjov, fór klokkan 10 í dag okkara tíð til gravar í Novodevitje kirkjugarðinum í Moskva. Hann varð grivin undir liðini á Raisu, konu síni, sum doyði fyri 23 árum síðani.

Tað var ein jarðarferð uttan nakran háva, tí russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur noktað honum eina jarðarferð sum staturin stóð fyri. Sjálvur luttók Putin ikki í jarðarferðini, og tað gjørdu aðrir stats- og stjórnarleiðarar heldur ikki, sum teir annars høvdu gjørt, um tað ikki var av krígnum í Ukraina. Men púra óvæntað kom ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, til Moskva at vera við.

Stuðul og tulkur hjá Mikhail Gorbatjov í nógv ár, Pavel Palasjtenko, hevur sagt, at Gorbatjov seinastu mánaðirnar av lívi sínum var bæði skakaður og harmur um russisku innrásina í Ukraina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo