Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Gosið sum byrjaði á Reykjanesi í gjár er nakað minkað í mátti nú. Talan er tó um nógv tað størsta gosið av teimum sjey sum hava verið síðani 2021.

Enn er tó ikki trygt at ferðast har á leiðini, og eini 700 fólk máttu flytast úr Bláa Lóninum, sum er stongt nú.

Við Ritzau sigur Rikke Pedersen, jarðfrøðingur sum starvast við Lærda Háskúlan í Reykjavík, at gosini sum hava verið nú koma eftir eitt tíðarskeið við dvala í 800 ár.

- Hetta er eitt nýtt aktivt tíðarskeið, har fimm gosskipanir sum eru á Reykjanesi eru blivnar aktivar aftur. Hetta tíðarskeiðið kann vara fleiri 100 ár, tað vita vit ikki, sigur hon.

Vandi var ongantíð fyri mannalívi í gjár. Arbeitt verður nú við at verja undirstøðukervi, so sum vegir, vatnleiðingar og fipurkaðalar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo