40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nógva byggivirksemið sæst aftur í tølunum hjá byggifyritøkum og øðrum arbeiðstakarum kring landið. Eitt dømi er RTS Contractors við heimstaði í Lamba, sum júst hevur kunngjørt sín roknskap fyri farna roknskaparárið.

Bruttovinningurin var metstóru, 13,5 mió kr, og síggja vit burtur frá 2015, so var úrslitið eisini metgott við einum avlopi uppá 2,2 mió kr áðrenn skatt.

RTS ger øll arbeiði innan jørð og kloakk, bæði byggibúning og lendisarbeiði, bæði sum heildar- og undirveitarar, og hava millum annað gjørt havnarløg, grótkast og útstykkingar. Nevnast kunnu Leirvíksvegurin, kajøkið á Bakka og bygningurin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.

Starvsfólkakostnaðurin minkaði nakað í mun til árið frammanundan, og lendi á 9,7 mió kr. Sambært vinnuvitan.biz er rentuberandi skuldin 7,3 mió kr og eginognin 7 mió kr.

Stjóri er Svend Lamhauge.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo