Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Arbeiðsbilar eru so sanniliga eisini prísaðir út úr tunlinum.

Eg við mínari lítli fyritøku koyri rættuliga nógv millum Klaksvík og mín høvuðsstað og sum príslegan er júst nú so skulu vit, sum nýta vørubil, til at gjalda 600 kr hvønn dag ella 3000 kr eyka fyri hvørja viku vit arbeiða í Havn.

Sum handverkari er tað sjálvandi so at vit kappast við øll onnur at fáa nøkur arbeiðir í okkara høvuðsstaði, eisini í kapping við tey í Havnini og er tað sjálvandi nógv torførari hjá okkum uttanfyri Havnini at vinna í einari prískapping, men vit gera tað!

Tað sigur seg sjálvt at skulu vit nú at innrokna tunnilsgjaldið fyri eitt arbeiði sum t.d. tekur 6 mánaðir so skal eg leggja 18000 kr pr bil, oftani eru tað tveir bilar so tað verður omanfyri 30.000 kr eg skal leggja omaná tann áður so lítla marginalin sum er millum lægsta og næstlægsta tilboð.

Lítlir vørubilar gjalda 300 kr pr dag og er tað eisini alt ov nógv.

Onki av hesum stendur í mát við teir ca 15 til 20 minuttirnar mann vinnur í tíð og í spardari olju, tískil havi eg bert ein møguleika og er tað framvegis at koyra um brúnna.

Prísirnir eru yvir alt, alt ov høgir og eri eg vissur í at rættuliga nógv akfør eru prísaði út úr Eysturoyartunlinum.

Jørgin, tú fert á fund við teir fyrsta dagin, spyr teir: - Um tað vísur seg at ov fáir bilar koyra gjøgnum tunnilin og harvið ov lítil inntøka, ætla teir so at seta prísin enn hægri upp fyri at røkka málinum?

Jørgin, Eysturoyartunnil sum kostar kanska omanfyri eina milliard skuldi gjarna veri ein samfelags gagnlig íløga men við hasum príspolitikkinum so mergsúgva teir hvørja einastu gagnliga krónu inn í prosjektið og tað eigur tú sum landsstýrismaður á økinum ikki at lata um teg ganga... góðan fund.

Anskar Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo