Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ríðisambandið: Eisini tann seinasta kappríðingin í ár gjørdist spennandi. Fimm kappingar hava verið og í Tvíspor vaksin vóru fýra ymiskir vinnarar. Silfa og Ása Bárðardóttir vóru tær einastu ið vunnu tvær kappingar. Tær gjørdist eisini uppibornir FM vinnarar. Tískil verður tað Ása Bárðardóttir, sum fer at ganga fremst í ólavsøkuskrúðgonguni næsta ár – Hon er eisini yngsti vinnari av FM í Tvíspor í søguni.

Kappingina í Vágum var tað tó Grani og Hallur Hansen ið vunnu, tað var minni enn eitt sek. á muni millum nummar eitt og nummar sjey, tað er sera sjáldsamt tað hendir. So hetta var virðiligur endi á einum sera spennandi kappingarárið. Grani er nýggjur í kappríðing, men hevur verið sannførandi tær seinastu kappingarnar, so har er helst okkurt spennandi í væntu. Nummar tvey á degnum vóru Óðin og Silja G. Eystberg og nummar trý var føroyameistarin Silfá og Ása Bárðardóttir.

Tøltkappingina vunnu Brynjar og Regin Johannesen, Skeið var vunnið av Orku og Ranju H. Djurhuus – Strákur hjá Bárði Johannessen gjørdist FM vinnari í Tølt og Syrpa hjá sama Bárði Johannessen vann FM í Skeið. Travkappingina vann Grettir og Yrsa H. Djurhuus, tey gjørdist eisini føroyameistarar. Bárður er pápi Ásu Bárðardóttir ið vann FM í Tvíspor vaksin, so har endaði trý FM í sama húsi.

Kappingin íTvíspor ung vara sera sjáldsom. Tríggjar systrar endaði á sigurspallinum, Ranja H. Djurhuus vann við Sirkill, tey vunnu eisini FM, Eyðdis H. Djurhuus gjørdist nummar tvey á Grettir Reyða og Yrsa H. Djurhuus nummar trý við Stormi – Hetta man eisini vera søga í føroyskari kappríðing.

Tvíspor ll flokk vann Hans Pauli Poulsen á Tindi, har er eingin føroyameistari.

Úrslitini síggast: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo