Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fótbóltssambandið: Tað vera nummar 4 og nummar 6 í landskappingini, B36 og HB, sum fríggjakvøldið klokkan 19:00 bresta saman í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið, ið eru steypakappingin hjá U21.

Og um hugt verður eftir úrslitunum í innanhýsis dystunum millum grannarnar í Gundadali higartil í ár, so kunnu vit vænta ein góðan dyst, við nógvum málum.

Í landskappingini hava liðini møtt hvør øðrum tríggjar ferðir. B36 hevur vunnið tvær ferðir, 2-1 og 4-2, meðan HB hevur vunnið ein dyst, sum endaði 4-2 til teir reyð-svørtu.

Dómari í finaluni fríggjakvøldið verður Heini Ziskason Viðoy, og at hjálpa sær hevur hann Emil Sørensen og Sámal Weihe. 4. dómari verður Annfinn Hjaltalin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo