Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Ein fesk greining frá óhefta greiningarstovninum Kraka vísur á stóra týdningin, sum útlendsk arbeiðsmegi hevur á búskaparvøkstur og almennu inntøkurnar í Danmark.

Útlendsk arbeiðsmegi stóð fyri 40% av vøkstrinum í danska búskapinum í tíðarskeiðnum 2008-2023. Hetta vísur ein fesk greining frá óhefta greiningarstovninum Kraka. Størsta ávirkanin á búskaparvøksturin er tó framvegis frá produktivitetsvøkstri, meðan gongdin í tí partinum av arbeiðsfjøldini sum hevur danskan uppruna, hevur havt negativa ávirkan á BTÚ í tíðarskeiðnum.

Talið á sjálvstøðugum vinnurekandi er í tíðarskeiðnum 2008-2023 eisini minkað, og tí verður ávirkanin frá útlendskari arbeiðsmegi á samlaðu arbeiðsfjøldina tað størri.

Kraka ger í greiningini vart við, at um Danmark ikki hevði tilgongdina av útlendsku arbeiðsmegini, hevði tað ávirkað vælferðina, antin gjøgnum ein hægri skatt, lægri vælferðartænastur ella almennar tænastur annars. Orsøkin er, at útlendsk arbeiðsmegi hevur eina positiva nettoávirkan á almennu inntøkurnar í Danmark.

Kelda: Kraka.dk. https://tinyurl.com/Krakagreining

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo