Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: – Vit trektu tvey av teimum sterkastu londunum – Grikkaland og Montenegro – so okkara stig skal lyftast nakað, um vit skulu megna at standa okkum ímóti teimum. Annars eri eg væl nøgd, sigur Signe Pries Andersen, venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.

Á middegi týsdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping fyri kvinnur.

Føroyar endaðu í bólki C3, saman við Grikkalandi, Montenegro og Andorra. Dystaskráin verður væntandi klár seinni í dag ella í morgin.

Leikdagarnir vera annars frá 3. til 9. apríl, 27. mai til 4. juni, og frá 8. juli til 16. juli. Sjálvt EM-endaspælið verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo