40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Jennifer Lonsdale stovnaði í 1984 saman við øðrum felagsskapin Environmental Investigation Agency (EIA). Í eini grind í Vestmanna árið eftir mundi tað henda á fyrsta sinni nakrantíð, at mótmælisfólk beinleiðs løgdu uppí ein grindarakstur, og royndu at forða fyri, at grindin varð hildin til.

Um tað hendingina hevur felagsskapurin sjálvur gjørt hesa frágreiðingina.

Jennifer Lonsdale hevur fingið Schweitzer heiðurslønina, sum síðani 1951 er latin av amerikanska felagsskapinum Animal Welfare Institute.

Umframt at stríðast ímóti føroyskum grindadrápi hevur Jennifer Lonsdale eisini roynt at fingið normenn, japanarar og russar at gevast við at drepa stórhval, skrivar miðilin Eastern Daily Press.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo