Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

• Vit eiga framhaldandi at stuðla el-bilum við mvg frítøku: óbroytt! – leingja núverandi skipan – uttan nakra hóttan ella eggjan.

At skiftið til el-bilar hevur gingið seint, er av trimum orsøkum – men nú gongur tað.

• Battaríini hava verið ov smá, men nú eru tey størri, sera vælegnaði í Føroyum.

• Løðistøðirnar eru enn ov fáar, men tað kann eisini gerast betri

• Ókenda tøknin hevur havt vanligt ivasemi við sær, men el-bilarnir roynast sera væl.

Vit hava (ov) nógvar bilar í Føroyum, og mangla als ikki bilar, tí er als eingin grund at økja innflutningin her og nú í óðum verkum – tíðaravmarkað. Tað skaðar grøna orkuskiftið.

At stuðla hybrid bilum prógvar at uppskotið er bæði óseriøst og ósmæðið lobbyarbeiði.

Uppskotið eigur tí ikki at verða samtykt í núverandi líki.

NB: Um man ynskir at gera ein grønan mun, kann ein og hvør:

• Koyra minni!

• Hava bilin eitt sindur longri, 1-2 ár longri.

• Skifta til el-bil (ella vetni), tá tørvur er á nýggjum bili.

• Keypa ein minni bil heldur enn størri  – bíligari og lættari (orka, slit og fígging).

PS: Tað eru tvey anti-grøn hol í núverandi lógum:

• Vit eggja til ov nógvar, ov stórar, ov dýrar, ov nýggjar bilar, í smb. við bilútleigan samstundis sum landskassin missir vegna mvg-frítøku.

• Vit eggja til innflutning av >25 ára gomlum dálkandi bilum, til vanligt brúk, í skjóli av ellisakførum, sum aðrastaðni bert koyra ‘lejlighedsvis’ – heilt fáar km árliga.

Við ynskjum um eini gleðilig og grøn jól. 

- minni oyðsl og minni óneyðugt ...

Í jólaføstuni 2020
Ólavur Poulsen
Vatnsoyrar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo