Stjórnin í Grønlandi steðgar allari oljuleiting og kallar tað eitt natúrlig stig í stríðnum ímóti veðurlagsbroytingunum.
Tað er ongantíð funnin nøkur olja í Grønlandi, men mett verður at har er olja og hava myndugleikarnir áður havt ríkar vónir.
Hereftir verða ikki nýggj loyvi útskrivað, upplýsir stjórnin.
– Vit hava avgjørt at prísurin er ov høgur, sigur umhvørvis- og orkumálaráðharrin Kalistat Lund sambært VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo