40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í Grønlandi eru tey skelkað eftir at tað er komið fram, at ein 23 ára gomul fjølbrekað kvinna, sum hvørki dugir at ganga, tosa ella á nakran hátt hjálpa sær sjálvum, knappliga hevur átt ein son.

Mamma kvinnuna, Maibritt Lothsen, var stúrin um hana, tí búkurin byrjaði at vaksa, og kvinnan hevði tað ikki gott. Mamman dugdi ikki at ímynda sær, hvat í veruleikanum feilti. Sjálv fekk fjølbrekaða kvinnan onki sagt um, hvat feilti, og tá hon knappliga varð koyrd á sjúkrahús, noktaðu starvsfólkini á stovninum, har kvinnan býr, at sig nakað um hvat og hví.

- Eg eri skelkað og havi valt at standa fram og siga frá hesum alment, so alt Grønland og allur heimurin skal vita, hvat gongur fyri seg, sigur Maibritt Lothsen.

Síðani grønlendskir miðlar fóru at skriva um málið, er tað komið uppá poliskt stig, og Mimi Karlsen, sum er landsstýriskvinna í sosialmálum, hevur kravt at allir dagstovnar í Grønlandi verða kannaðir.

Dagstovnurin har 23 ára gamla fjølbrekaða kvinnan búði er nú meldaður til løgregluna.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo