Guðni Bergsson er valdur til nýggjan forseta í íslendska fótbóltssambandinum KSÍ.
Hetta hendi á 71. ársfundinum, sum var hildin á Vestmannaoyggjum.
Guðni Bergsson fekk 83 atkvøður, meðan Björn Einarsson, sum eisini var uppstillaður, fekk 66 atkvøður.
Nýggi forsetin í KSÌ kemur úr felagnum Valur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo