Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Stórsligin er uppgáva teirra kristnu. Vit eru kallað at vera tilverurnar ljós og salt menniskjum til gagns og nyttu. Uppgávan er ankrað í Guði sjálvum. Vit eru verk hansara skapað í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Guð framman undan hevur skipað fyri, at vit skulu leggja okkum eina við teimum.

Náðin er frísklig og nýskapandi. Óuppiborin er frelsan við atliti at avrikum og verkum várum. Alt, ið vit avrika í okkum sjálvum, hevur misjavna dygd. Nakað er gott, annað er ikki burðardygt.

Uppiborin er frelsan við atliti at góðsku Guðs. Kærleikin møtir okkum sum tað fyrsta. Eingin krøv um ábøtur og batar. Eingir borandi spurningar um fortíð ella nútíð. Náði Guðs møtir okkum og opnar dyrnar inn í framtíðina. Vit verða frelst av náði og ikki av gerningum.

Við dyrnar til framtíðina stendur skrivað á durastavin: Vælkomin at liva eitt ríkt lív og nema Guðs góðsku.

Vælkomin at njóta friðin í trúnni á Jesus Krist og kenna hvíluna við hansara hjarta. Vælkomin í ferðalagið heim í Guðs ríki.

Gleðin fyllir hjartað, at hetta kann viðurfarast okkum. Vit eru reinsað frá synd og dómi. Sjálvvirðið varð staðfest í virðismeting Guðs. Jesus var háðaður og píndur vára vegna. Okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hansara fingu vit heilsubót. 

Gleðin er fulltikin í trúnni frelsaran Jesus. Hon er ankrað í uppreisn hansara páskamorgun. Hóast tað kann okkurt møta á vegnum, ið krevur orku, stríð og tár.

Gleðin er ikki ein veruleikafjarur dreymur, ið flýggjar frá gerandisdegnum. Hon er sprottin úr tí dapra og um ævir krýnd við uppreisn Jesu. Gleðin fær orku úr landi teirra livandi inni við Guðs himmalsku trónu. Guðs hásæti er gleðinnar kelda.

At vit eru skapað til góðar gerningar staðfestir, at tilbiðjanin og gudsdýrkanin hevur eitt endamál, ið liggur uttanfyri okkum. Vit skulu æra skapara himins og jarðar við at tæna okkara medmenniskjum. Vit skulu vísa á ella endurspegla Guðs góðsku.

Kristnin fær eina tvíliðaða uppgávu, tá ið vit taka ímóti frelsu Guðs. Hugt verður inneftir, og atlit verða tikin úteftir. Vit kunnu kalla tað kristin siðvenja ella virðir.

At taka ímóti frelsuni er ein umvending, ið merkir, at vit venda okkum til Jesus og geva vilja hansara við okkum gætur. At venda um er at fáa eitt nýtt sinnalag, tað er at hugsa øðrvísi enn áður. Talan skal vera sonn, og vit skulu ikki lúgva. Samskiftið skal hava sannleikan sum innihald, og sólin skal ikki seta yvir illskap og vreiði.

Verkliga er eisini ein sjónlig broyting. Tann, ið er freistaður at stjala, skal gevast við verki sínum og fara til arbeiðis á lógligan hátt. Hendurnar skulu avrika nakað gott, so vit hava nakað at geva teimum, ið líða neyð.

Harafturat skulu vit vera góð hvør við annan. Víst verður á miskunnsemi, so vit fyrigeva hvør øðrum, eins og Guð hevur fyrigivið okkum í Kristi.

Efesusbrævið staðfestir, at frelsan er Guðs gáva í trúnni á Jesus Krist. Náðin ger okkum ikki óvirkin, men ber okkum kallið at vera nakað fyri onnur. Tað, ið vit avrika kveikt av náði Guðs, veitir okkum ikki eina størri frelsu. Tó, avrik og miskunnarverk eru trúarinnar fruktir og endurspegla Guðs góðsku og Jesus sum ein livandi frelsara.

Hóast óndskapurin kemur til sjóndar t.d. í harðskapi, kúgan og forfylging, er so ómetaliga nógv gott at síggja. Góðska Guðs er sjónlig í kristnum og manngóðum verki. Vit kunnu hugsa um neyðhjálpararbeiði heima og burturi í londum. Og so allir einstaklingarnir, sum í verki hvønn dag bera vitnisburðin um Kristus til neyðstødd í fátækt ella angist.

Bæði kristin og fólk við aðrari lívsáskoðan gagna tilveruni á so mangan hátt. Vit kunnu hugsa um Reyða Kross og Gula Hálvmánan, ið eru eitt og tað sama arbeiðið ávikavist í kristnum og muslimskum londum.

Tey eru mong í tali, sum í trúnni á Jesus eru vitar á leiðini. Tey vitja á sjúkrahúsi, í varðhaldinum og í tí heimliga. Tey bera fram vitnisburðin um Jesus í orði ella verki. Onnur eru hjástødd í Kristi stað og sita við sjúkrasong í kvirru, bøn og andakt.

Hvønn dag hoyra vit um óndskap í miðlunum. Tað er gott at vera kunnaður, so vit hava eina neyvari mynd av veruleikanum. Hinvegin tykist tað mest sannlíkt, at tað er so nógv meira av góðum enn óndum. Hóast tað mega vit staðfesta, at hvør gerð, ið skaðar eitt menniskja, er ónd.

Guðs góðska er ein undurfullur løkur við livandi vatni. Saman við skaldinum er tað mín vitnisburður: “Eina góðska og náði mær fylgja allar mínar lívsins dagar. Í Harrans húsi eg dvøljist í endaleysar tíðir.” (Sálmur 23,6). Amen.

Orðið: “Tí at tit vóru áður myrkur, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins – tí at ávøkstur ljósins kemur fram í allari góðsku og rættlæti og sannleika.” (Efesusbrævið 5,8-9).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo