Menn verða forelskaðir ígjøgnum eyguni, kvinnur ígjøgnum oyruni
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Páskadag, 01.apríl kl. 11.00, eru øll vælkomin í Vestmanna kirkju til eina hugnaliga páskaguðstænastu.

Tá eru øll børn vælkomin at hava eitt egg, sum tit sjálvi hava málað, við í kirkju. So leggja vit eggini í eina kurv frammi í kór, soleiðis at øll síggja tey. Prestur fer síðan at greiða frá søguni um eggini á páskum, og hvat tað var, sum Jesus gjørdi fyri okkum páskamorgun, tá grøvin sterka rivnaði og Jesus reis upp.

Tit sleppa at taka tykkara egg við heimaftur til húsa, so tit kunnu rulla tey í bønum eftir guðstænastuna, ella nær og hvar tit vilja. Afturfyri fáa tit, tvs børnini, eitt sjokolátaegg frá Vestmanna kirkju, og tað er ikki aprílJ

Tit skulu taka 1 málað egg pr. barn við heimanífrá, og tit taka tað við heimaftur eftir guðstænastuna. 

Vit gleða okkum til ein hugnaligan dag saman.

Hjartaliga vælkomin!

Vestmanna kirkja

Marjun í Kálvalíð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo