Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Frameftir eru 50 ár dreymar. Aftureftir eru 50 ár søga. Mitt ímillum er JAVNAfagnaðurin leygardagin hin 15. mai í ár. Treytaleysa kæti hjá stóru mannfjøldini tóktist siga, at tey onki ringt mintust, og ei heldur stúrdu fyri nøkrum fyri framman. Og tøkk fái tey fyri tað.

Enn eru nøkur okkara her, sum minnast øll tey, ið so vist høvdu verið her, um tey vóru á lívi. Eg hugsi um tey 61 úr øllum Føroyum, ið møttu upp í Losjuni í Havn, har vit høvdu verkstað fyri manningartarnað, hin 14. mei 1971.

Sjáldan hava fólk vitað so væl, hvat tey vildu, henda fríggjadag, og sjáldan hava fólk verið so málsøkin. Var tað í dag, so eri eg vís í, at tey, sum alt snúði seg um, eisini vóru í Losjuni. Men nærum stórthundrað teirra búðu tá í útlegd í óásetta tíð.

Vit vildu nakað, og vit vildu lyfta í felag. Byrjunar- kapitalurin var nakrar 100 krónur, eg hevði savnað til endamálið. Hvussu, minnist eg ikki í dag. Men tit høvdu ein nógv størri kapital enn pening, og tað var eldhugi, hugagóðska og vilji av stáli.

í nevndina komu: Helena Samuelsen,forkvinna, Rókur Dalsgarð, næstformaður Maria Oknadal, Skopun, Sigmund Frederiksen, Miðvágur og Hans Thomsen. Varafólk: Eva Thomsen og Gunnleiv Johannesen og grannskoðari Eli Mortensen.

Í dag er bert Helena eftir á lívi. Neyvan nakað felag í landinum hevði so nógvar limir eftir stuttari tíð. Fundirnir vóru heima hjá Helenu og Hanusi. Nei har var onki sum at stuðul til skrivstovuhald. Alt var úr egnum lumma, og so haraftrat Hans Thomsen, sum hevði alt við limum og bókhaldi. Hann og dóttirin Ásgerð arbeiddu heima undir somu treytum.

Í dag er sera týðningarmikið fyri eftirtíðina, at Hanus Samuelsen og Diana í Puntabyrgi átóku sær blaðið. Tað er ein fragd at lesa søguna við myndum í fyrsta blaðnum á frálíku heimasíðu Javna. Hvat tey fingust við, vildu og ætlaðu. Vitjanir á Rødbygård og mangt, mangt annað. Eisini tað, ið var gjørt frá almennari síðu, og ikki gjørt, er umrøtt. Hetta er eisini partur av okkara politisku søgu.

Tá eg síggi avrik tykkara tá, og síðani, kann eg ikki vera annað enn takksom. Tit prógvaðu, at nógv ber til, hóast ilgongt. Uppskriftin er samanhald og eldhugi.

Og vit sóðu nýggju tíðina í skrúðgonguni hin 15. mei í ár. Kendi meg sannførda um, at tey, ið farin eru, smíltust, har tey eru. Mundu tey tora at droymt um, at nú vóru tað tey menningartarnaðu sjálvi, ið settu skránna og framdu hana?

Eina gávu hava vit øll fingið aftrat í ár, og sum er ein parallellur til støðuna hjá menningartarnaðum og avvarandi fyri 60 árum síðani.

Tað er einmansleikurin: Kom bara inn, eg skal ikki gráta, um trý ára gamla klaksvíksingin Jógvan Andrias, sum verður sendur á Refsnæs sjúkrahúsið í 1960 og liggur bókstaviliga niðurbundin í eini song, meðan beinið hekk í leysari luft við loddi í í 3 ár vegna mjarnasjúkuna Calve-Perthes. Hann sá foreldur síni 2 ferðir undir innleggingini.

Kenni limir hjá JAVNA, sum siga, at tey orka ikki at fara at síggja leikin. Áðrenn eg fór, spurdi eg eina konu, sum hevði verið, um tað var væleyðnað, hon svaraði:

"ja, sera. Vit grótu øll." Loyvi mær at halda, at tað er eisini felagsskapur. Jógvan Andrias er meistarligur, og eg eri sannførd um, at hatta verður ein klassikari.

Kæru tit menningartarnaðu, takk fyri virkna leiklut tykkara, lívsgleðina og arbeiðssemi í gerandisdegnum. Tit smæðast ikki burtur, har tit eru. Tað er vælsignað, at tit sjálvi seta orð á tað, tit vilja, ætla og tørva. Og frálíkt haraftrat við tykkara Ælaboða orkestri og ráðgevarabólkinum SPYR MEG.

Tit ganga í miðnám, og tit duga at skipa fyri. Nógv annað kundi verið nevnt. Um nakar fyri 50 árum síðani hevði sagt, hvat fór at henda, so var helst svarað: Máti skal vera við!

Tíverri kom eg einans at arbeiða 3 ár saman við tykkum, íroknað tíðina á Rødbygård, men tað var kortini lærdómur, arbeiðsgleði og royndir, ið góðu mær dirvi til alt, ið mær var álagt, síðani. Ikki tí eg var so dugnalig, men tí royndirnar frá samstarvi við tykkum, tók eg við mær.

So løgið tað ljóðar, var fyrsta arbeiði mítt, - aftur í útlegd á einum barnasjúkrahúsi.

Har hitti eg nógvar smádrongir við sjúku Jógvan Andriassar, men tíbetur vóru tey ikki longur niðurbundin, men sótu í koyristóli, - vanliga í 2 ár.

Góðu tit øll í Javna,- takk fyri dystin, - hjartans tøkk fyri tykkara avrik og tillukku við degnum. Tit gingu undan og vístu vegin. Felagsskapurin MEGD hevur nú 22 lima- feløg. Tey fylla 40 í hesum mánaði. Veit væl, at enn er nakað ið liggur á láni, men hetta er ikki løtan.

Tykkara úrslit higartil gera, at vit tora at droyma dreymar um morgindagin.

Karin Kjølbro

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo