Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin sýnir Filmsfelagið franska gullvinnaran í Cannes.

Týska stjørnan, Sandra Hüller, hevur høvuðsleiklutin í Cannes og Globen Globe vinnaranum, sum í fimm førum er í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina, Anatomie d'une chute, ið hevur enska heitið Anatomy of a fall og danska heitið Frit fald.

Rættarsalurin er karmurin um søguna, ið er ein kompleks hjúnarbandssøguna. Konan, sum er rithøvundur, verður ákærd fyri at hava dripið mannin, sum at siggja til er dottin av aðru hædd í frítíðarhúsunum í sveitsisku alpunum. Blindi sonurin kemur í eina tvístøðu, tá hann skal førast sum fremsta vitni í rættinum.

Sandra Hüller er leikarin, sum eisini hevði høvuðsleiklutin í The Zone of Interest, ið vann Dómsnevndarvirðislønina í Cannes. Tann filmin vístu vit altjóða holocaustdagin. Sandra Hüller bleiv kend í sermerkta týska filminum Toni Erdman í 2016.

Sum kvinnuligi høvundurin, Sandra Voyter, gevur hon okkum í hesum filmi eitt sannførandi innlit, sum kortini verður merkt av ivanunum um, hvat er rætt ella skeivt, sætt ella ósætt, ikki minst í huganum hjá soninum. Askoðarin verður í villareið, tá parlagið verður pilkað sundur. At enda fer ákærumyndugleikin at blaða í bókunum hjá rithøvundanum, har brotpartar kunnu stuðla upp undir ákærurnar.

Ummælarin hjá Time Out sigur stutt og greitt at pør eiga at síggja henda film, ið verður lýstur sum ein Thriller of real psychological and emotional depth, Triet’s film is a treat. Watch it with a partner and argue about it afterwards.

Til hetta endamál hevur Filmsfelagið skipanina tvey fyri eitt í Paname og Sirkus, har tú fært double up fyri hvørt atgongumerki frá sama kvøldi.

FILMSFELAGIÐ 14/2 kl 20:00 Anatomy of a fall (Justine Triet Frakland 2023 151 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo