Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Arni Petersen og Gunn H. Møller. Gunn er fyrsta kvinna sum er forfólk í FVF

Arni Petersen og Gunn H. Møller. Gunn er fyrsta kvinna sum er forfólk í FVF

Arni Petersen og Gunn H. Møller. Gunn er fyrsta kvinna sum er forfólk í FVF

FVF: Føroya Verkfrøðingafelag (FVF) hevði aðalfund á Hotel Hilton 29. apríl. Í stýrinum sita nú Gunn H. Møller, Lovisa P. Glerfoss, Bjarni Petersen, Súsanna Berg og Arni Petersen.

Tiltakslimir eru Óluva Vang og Marjun Eysturoy.

Í farna ári hevur felagið skipað fyri ymsum limatiltøkum, verið á fundi við norðurlendsk verkfrøðingafeløg og havt tiltak fyri verkfrøðilesandi í sambandi við Jobmatch. Eisini hevur stýrið arbeitt við at gera ymsar dagføringar á hús felagsins í Tvørgøtu.

Stýrið hevur nú skipað seg. Gunn Hanusardóttir Møller loysir Arna Petersen av sum forfólk í Føroya Verkfrøðingafelag. Arni hevur røkt henda sess seinastu 5 árini. Arni loysir við sama høvi Gunn av sum umboð felagsins í AKF. AKF hevur samráðingar við arbeiðsgevarar um hendi vegna m.a. Føroya Verkfrøðingafelag.

Stýrið í FVF sær nú soleiðis út: Gunn H. Møller, forkvinna; Lovisa P. Glerfoss, næstforkvinna; Bjarni Petersen, kassameistari; Súsanna Berg, skrivari; Arni Petersen, stýrislimur. Óluva Vang og Marjun Eysturoy eru tiltakslimir.  

Í komandi ári verður skipað fyri ymsum sosialum og fakligum limatiltøkum, umframt at samband við hini norðurlendsku verkfrøðingafeløgini og verkfrøðislesandi verður styrkt - verkfrøðingum í Føroyum at frama.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo