Atletico Guardés verður mótstøðuliðið hjá H71-kvinnum í áttandapartfinaluni í European Cup.
Talan er um sterka mótstøðu, og standa sponsku kvinnuliðini seg vanliga væl í europeisku kappingunum. Atletico Guardés hevur seinastu mongu árini gjørt seg galdandi í toppinum av bestu sponsku deildini og liggur í løtuni nummar 7. Liðið var spanskur meistari í 2017.
Liðið er úr býnum A Guarda, sum liggur í landslutinum Galisia við vesturstrondina í Spania, við markið til Portugal.
Heima- og útidysturin móti Atletico Guardés skulu spælast í tíðarskeiðnum 7. – 15. januar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo