Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Spennandi skúlaverkætlanin er nú komin so mikið áleiðis, at klárt er at fara undir jørðarbeiðið. Fyrsti parturin umfatar avgrevstur, sum skal geva betri yvirlit av víðari arbeiði við spronging, grovplanering o.s.fr., ið verður byrjað uppá í summar. Tað er Samtakið Eind, ið projekterar skúlan.

Lægsta tilboðið uppá hendan fyrsta partin av arbeiðinum átti P/F Articon. Kostnaðurin er líka undir 1,3 mió. kr. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum hóskvøldið.

Í hesum sambandi verður hátíðarløta úti á Fløtum mánadagin kl. 11.30 í sunnara endanum av Janusargøtu (innkoyring frá Marknagilsvegnum) har øll eru vælkomin. Á skánni eru talur og sangur, og borgarstjórin fer at seta hakan í!

Tilber at lesa nærri um verkætlanina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo