Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú mikukvøldið 27. september kl. 19.30 verður fyrsta Miðvikan í Hoyvíkar kirkju í heyst. Tá er evnið mæta íslendska sálmaskaldið Hallgrímur Pétursson, sum er víða kendur.

Tað er Petur Jacob Sigvardsen, heiðursdoktari, sum fer at greiða frá uppvøkstri hansara, lívssøgu og sálmaskaldskapinum.

Hallgrímur Pétursson, sum livdi frá 1614 til 1674, er ógviliga høgt í metum í Íslandi. Tann stóra og kenda Hallgrimskirkjan í Reykjavík er uppkallað eftir sálmaskaldinum, sum virkaði sum prestur á Vestfirðum. Kirkjan í Saurbær á Hvalfjørðinum eitur eisini Hallgrimskirkjan.

Ein týðandi partur av sálmaskaldskapi hansara eru teir kendu passiusálmarnir, sum á ein nemandi hátt lýsa líðingarsøgu Krists.

Miðvikan í Hoyvíkar kirkju er sum sagt nú mikukvøldið kl. 19.30. Aftaná er ein kaffimunnur at fáa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo