Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hallur Hansson hevur seinastu tvey árini verið liðskipari á A-landsliðnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hallur Hansson hevur seinastu tvey árini verið liðskipari á A-landsliðnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Hallur Hansson hevur seinastu tvey árini verið liðskipari á A-landsliðnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Klokkan fimm seinnapartin í morgin, hósdagin 16. desember verður lutakast um, hvussu spælast skal í komandi UEFA Nations League kapping, sum verður á skránni í 2022.

Føroyar vunnu bólkin seinast, framman fyri Malta, Lettlandi og Andorra, og verða tískil í deild C hesaferð, har mótstøðulondini væntandi vera nakað sterkari.

– Eg hopi at vit koma at standa okkum væl í hesari kappingini, sjálvt um vit eru greiðir yvir, at mótstøðan hesaferð er ein heilt onnur.

– Øll hasi londini eru rímiliga sterk, so tað verður uttan iva torført, líkamikið hvat. Men dreymabólkurin er Turkaland, Luksemborg, Litava og Føroyar. Hinvegin, so vil eg ógvuliga fegin sleppa undan Bulgaria, Grikkalandi og Kosovo, sigur liðskiparin, Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

Londini í deild C, eru hesi: Turkaland, Slovakia, Bulgaria, Norðurírland (styrkisbólkur 1), Grikkaland, Hvítarussland, Luksemborg, Norðurmakedónia (styrkisbólkur 2), Litava, Georgia, Aserbadjan, Kosovo (styrkisbólkur 3), Kasakstan/Moldova, Kýpros/Estland, Føroyar og Gibraltar (styrkisbólkur 4).

Føroyar koma í bólk saman við einum landi úr styrkisbólkunum 1, 2 og 3.

Dystirnir í UEFA Nations League verða spældir í juni og september mánað komandi ár. Fýra dystir eru á skránni í juni, og tveir í september.

Lutakastið kann stroymast beinleiðis á kvf.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo