Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hendingarnar í Ísrael 7. oktobur mugu setast inn í ein størri samanhang, stendur millum annað at lesa í frágreiðing, sum Hamas hevur latið úr hondum. 

"Okkara Frágreiðing" kallar Hamas frágreiðingina, har millum annað verður sagt, at tað eru íspunnar lygusøgur úr Ísrael, at børn og kvinnur vórðu neyðtikin, myrd og brend livandi av krígsmonnunum úr Al-Qassam Brigadunum, sum vóru teir ið framdu álopið 7. oktobur. 

- Okkurt gekk kanska ikki heilt eftir ætlan onkunstaðni, men í høvuðsheitum vóru tað ísraelar sjálvir sum drupu nógv av fólkunum á tónleikafestivalinum, sum Al-Qassam Brigadurnar onki vistu um var har, verður millum annað sagt.

Operatión Al-Aqsa flood 7. oktobur var eitt neyðugt stig at taka, fyri at svara áralongum ísraelskum yvirgangi ímóti palestinska fólkinum, sigur Hamas í síni frágreiðing. Og víst verður til mótmælini í nógvum býum í vestureuropa, har mótmælt verður til frama fyri palestinum, og heitt verður á fólk um at halda áfram við mótmælunum.

Fleiri vesturlendskir serfrøðingar hava gjørt viðmerkingar og sagt, at frágreiðingin í fleiri førum fer lætt um sannleikan.

Ein teirra er Magnus Ranstorp, sum er granskinkarstjóri við svenska Forsvarshögskolan í Stockhólmi, sum í fleiri ár hevur granskað júst Hamas.

- Frágreiðingin nevnir nóg illa allar gíslarnar sum Hamas enn hevur. Hartil eru prógvini um ræðuleikarnar, sum Hamas framdi 7. oktobur so nógv og sannførandi, at onki er at ivast í, at henda frágreiðingin ikki sigur allan sannleikan og ikki kann standa einsamøll, sigur hann millum annað við Jyllandspostin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo