Tað eru tvey sløg av tápuligum fólki. Tey sum bjóða nakað fyri onki. Og tey sum siga nei takk til at fáa nakað fyri onki
- hin gírigi

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Eg havi fylgt væl við í spenningi, nú eg hevði hoyrt um nýggju útgávuna hjá Hamferð, sum varð givin út um dagarnar.

Sjálvur var eg partur av Kvørnini og ummælti útgávuna “Támsins Likam” í januar 2018, so nú var spenningur um, um vit fingu eina endurtøku og nakað av tí sama, ella vit komu at verða vitni til ein bólk, sum hevði flutt seg?

Tá eg hoyrdi nakrar av manningi í sendingini Leitisstein, har eisini løgini á útgávuni “Men Guðs Hond Er Sterk” vórðu spæld, var tað eitt ella annað tók meg við, tí eg føldi við tað sama, at hetta var júst tað eg hevði vónað?

Sambært teirra egnu frágreiðingum og tí teir høvdu sett sær fyri, var tað júst ein slík hending í søguni, sum eg meini er júst eitt gott og trygt útgangsstøði!

Tað er so mangan, at vit eru vitni til fingnan og mistan kærleika og annað, men her hava teir í Hamferð torað at tikið í eina skaðahending, sum mong í samfelagnum hava verið rakt av.

At teir so eisini hava arbeitt hetta so hegnisliga inn í teirra univers, er bara so heilt einastandandi, at eg fái illa sett orð á.

Men her fáa vit so aftur prógv fyri tí teir vilja, at tað ikki skal vera ein sokallað endurtøka ella nakað av tí sama, men vilja gevur sær sjálvum eina avbjóðing, sum úrslitið av nýggju útgávuni er dømi um – FLOTT!

Eg skal við tað sama siga, at eg sat við einari kenslu av euforismu og vælveru, tí tað eru so sanniliga ikki á hvørjum degi, ein fær slíkt serverað!

Skal eisini skunda mær at siga, at tá fyrsta skeringin “Ábær” varð spæld, fekk eg veruligt gásarhold, sum ikki er á hvørjum degi.

Metaltónleikur kann fyri onkran tykjast hart og kontant, sum tað í veruleikanum er, men á útgávuni “Men Guðs Hond Er Sterk”, hava teir eisini torað at mýkt eitt sindur í onkrari uppseting, sum eg haldi er gott og klæðir sera væl inn í samlaðu útgávuna!

Aldará
Eg skal skunda mær at siga, at eg nú upplivi ein sangara í heimsflokki, tí ikki bara er hann framvegis góður í tí hann dugir, men so at hoyra hann taka hesar melodisku strofurnar – við onkrari fasett – gjørdi mína uppliving heilstoypta og sera góða!

Tónleikaliga komu annars allir sera væl frá uppgávuni, tí tað má ikki bara vera lætt, at tað slíkt á seg – serliga fyri teir nýggju í bólkinum!

Fantastiskt!
Tónleikaliga, varð hetta veruliga ein vika við tí heilt stóra, tí eg fekk mína vón um nakað serligt frá Hamferð uppfylt, so tað stendur eftir!

Konsertin var bara ein staðfesting av tí sama, at vit her hava ein bólk, sum kann bjóða av á øllum mótum – FLOTT og hvørja stjørnu vert!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo