Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vinnuhúsið: Olav Absalonsen og Regin W. Dalsgaard bjóðaðu vælkomin vegna ávikavist Glasir og Handilsvinnufelagið.

Lars Müller hevði síðani eina framløgu um lærlingaleiðina sum útbúgvingarmøguleika, eins og hann eisini kom inn á, hvørjir starvsmøguleikar eru í handilsvinnuni. Allar fyritøkurnar fingu síðani høvi stutt at kunna næmingarnar um teirra virksemi.

At enda greiddi Finn Jensen, útbúgvingarleiðari á Glasi, frá um útbúgvingarmøguleikarnar fyri handilslærlingar innan hægri lestur. Síðani var prát millum næmingar og fyritøkur á skránni.

Luttakandi fyritøkurnar vóru:

NEMA
Idé Møblar
Svend Krosstein
Skálkur Holding (Umboð frá Vero Moda, Soprt 24, Søsterene Grene og Skálki)

Endamálið við tiltakinum var at kunna og eggja tey ungu at taka yrkislærda vegin. Fyritøkurnar fingu á henda hátt møguleika fyri at heilsa upp á tey ungu, lurta eftir teirra ynskjum og greiða frá, hvat eitt arbeiði hjá teimum fevnir um, og hvørjar møguleikar tey hava, um tey velja tann vegin.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo