40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Hanna Iansdóttir Biskupstø, Nicola Toftegaard og Ikast KFUM hava í kvøld leikt seinnu fjórðingsfinaluna í bestu donsku kvinnudeildini í flogbólti. Dysturin var ímóti Gentofte og var á heimavølli í Ikast.

Fyrri dysturin, sum varð leiktur í Gentofte 11. mars endaði við 3-0 sigri til Gentofte. Ikast skuldu tí vinna seinna dystin fyri at fáa eina triðju og avgerðandi fjórðingsfinalu, sum hevði verið leikt í Gentofte. 

Hetta eydnaðist ikki Dysturin endaði við 0-3 til Gentofte við sett mununum: 21-25,16-25, 16-25 . Harvið eru Hanna og Nicola liðnar við meistarastríðið í bestu donsku deildini. Hetta merkir tó ikki, at kappingin er liðug fyri teirra viðkomandi. Næstu dystirnir verða um hvørja endaliga plasering tær og Ikast fáa í kappingini. 

Umframt Hannu og Nicolu, so er enn eitt samband til føroyskan flogbólt á liðnum hjá Ikast KFUM. Ein av liðfeløgunum hjá Honnu og Nicolu er Sofia Salim Ponce, sum síðsta kappingarár leikti í Føroya Tele deildini við KÍF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo