Týsdagin 6. oktober fekk Hanni Thomsen, deildarleiðari á Trygdargrunni Fiskivinnunar, handaða Dronningens Fortjenstmedalje úr silvuri fyri drúgva og trúgva tænastu á Lønjavningargrunninum og Trygdargrunninum í 40 ár.
Tann 15. juli í ár vóru 40 ár síðani Hanni Thomsen var settur í starv sum skrivstovumaður á Lønjavningargrunni Skipsfiskimanna.
Fyrstu arbeiðsuppgávurnar hjá Hanna tá vóru at sita fyri Ráfiskagrunninum og oljustudninginum, og seinni royndi hann seg millum annað eisini sum almennan fiskaseljara, tá telefonuppboðssølan kom í 1989. Hendan skipanin helt uppat nøkur ár seinni, tá Fiskamarknaður Føroya kom í 1992.
Í 1997 var Lønjavningargrunnurin umskipaður og lagdur saman við Fiskimálaráðnum, og grunnurin broytti tá navn til Lønjavningarstovan. Hanni var settur sum stjóri fyri Lønjavningarstovuna 1. september í 2004 og sat sum stjóri har fram til 2010, tá Lønjavningarstovan og Forskotsgrunnurin vóru tikin av.
Í 2011 var Trygdargrunnur fiskivinnunar stovnaður, og nýggi grunnurin tók yvir alt virksemið hjá Lønjavningarstovuni: Hanni var tá settur sum fyribilsstjóri í Trygdargrunninum, og hevur síðani miðskeiðis í 2011 virkað sum deildarleiðari á Trygdargrunninum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo