Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Frá 1. august 2016 er Harald W. Knudsen settur sum námslektari í støddfrøði við atliti at náms- og undirvísingarfrøði á Fróðskaparsetrinum/Námsvísindadeildini.

Harald hevur tikið prógv sum cand.scient. við støddfrøði sum høvuðsgrein frá lærda háskúlanum í Århus.

Hann hevur drúgvar royndir sum undirvísari í støddfrøði, bæði á miðnámskúla og í læraraútbúgving umframt royndir við lestrarskipanum, eftirmetingum, umsiting og skipan av stovnum.

Harald hevur gjøgnum árini skipað fyri nógvum skeiðum í fakdidaktikki og havt fyrilestrar fyri lærarum í fólkaskúlanum og á hægri lærustovnum. Eisini hevur hann gjørt undirvísingartilfar og skrivað lærubøkur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo