Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nógvar harmonikur og fólk í góðum lag. Sjelarar, perlur, vakrar røddir, felagssang og dansur. Fríggjakvøldið 21. oktober frá kl. 19.30 verður forvitnisliga tiltakið Harmonikuljómur í Reinsarínum fyri fólk, ið eru farin um tey 50 árini. Og nógv er á skránni.

Johanna fer at syngja við mjúku rødd síni og spæla mandolin. Og maðurin, Terji, fer at spæla undir og fer eisini at tríva í høgt vird løg sjálvur.

Klassiskar perlur við parinum Preben og Nelli. Hon er úr Russlandi og syngur vøkur og væl lýdd altjóða løg. Og úrmælingurin á harmoniku, danski Preben, spælir undir og fer eisini at spæla krevjandi løg einsamallur.

Evergreens fyri harmonikuspælarar við roynda gittarleikaranum Ísaki, sum trubaduri og við Eyðfinni og Suna, eisini tveir royndir og væl spælandi tónleikarar, verða æviløg úr fleiri londum at hoyra.

Tá ið klokkan fer av 21, verður syngið-við-løta saman við 15-manna-bólkinum hjá Havnar Harmonikufelag, ið spælir upp aftur fleiri vælumtókt løg.

Pallstjóri er tann skemtiligi Poul Jákup Thomsen.

Kl. 22.15: Steðgur har til ber at fáa sær kaffi/te og aðrar drykkjuvørur.

Kl. 22.30: Dansur, mest fyri tey 50+ við spælibólkum hjá Havnar Harmonikufelag. Onkrir av bólkunum, nevndir omanfyri, spæla eisini til dans.

Atgongumerki fáast á reinsariid.fo, og á Kunningarstovuni í Havn ella við dyrnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo